Bjarni Kárason Petersen

Valevni fyri Framsókn til Løgtingsvalið 2019

Míni hjartamál

Persónligt frælsi

Ein grundleggjandi fortreyt fyri trivnaði og menning í einum samfelag, er at fólkið hevur frælsi og rásarúm til at leggja sína egnu tilveru til rættis...

Vinnuligt frælsi

Vinnulívið er bulurin hjá einum burðardyggum vælferðarsamfelag. Drívmegin, framfýsni og virkishugurin hjá okkara vinnulívsfólki er...

Tjóðskaparligt frælsi

Fyri at tryggja Føroyar og føroyingum áhaldandi samfelagsmenning og vøkstur, er neyðugt at hava tjóðskapin við í øllum avgerðum...

Um meg

Valevni fyri Framsókn

Eg eri 25 ára gamal, og havi lokið students- og handilsskúlaprógv í Havn. Eg havi verið formaður fyri ungmannafelagnum hjá Framsókn – Framsøkin Ung – frá 2014 til 2016.

Eg eri frælsislyntur, og raðfesti frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir mínari politisku áskoðan, og frælsi er grundarlagið undir mínari persónligu heimsmynd. Tað er mín sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.