Eg stilli upp til Løgtingsvalið 2019 🗳🧡

Ein grundleggjandi fortreyt fyri trivna og menning í einum samfelag, er, at fólki hevur frælsi og rásarúm til at leggja sína egnu tilverðu til rættis sum teimum lystir. Tað almenna skal í so avmarkaðan mun sum til ber taka avgerðir borgarans vegna. Øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.

Vinnulívið er bulurin hjá einum burðardyggum vælferðarsamfelag. Drívmegin, framfýsni og virkishugurin hjá okkara vinnulívsfólki og íverksetarum er tað sum skapar vøkstur, arbeiðspláss og rindar ein stóran part av okkara vælferð. Vinnulívið skal tískil hava best hugsandi treytir av virka, mennast og blóma í Føroyum. Vit eiga at stremba eftir at føroysku fyritøkurnar skulu vera best í kappingini ímóti umheiminum. Vit eiga at fjøltátta føroyska búskapin, soleiðis at hann er burðardyggur. Vit eiga at eggja til íverksetan, sum skapar nýggir møguleikar og arbeiðspláss. Fleiri almennar fyritøkur skulu einskiljast, og búskapurin skal sum útgangsstøði altíð virka eftir marknaðartreytum.

Fyri at tryggja Føroyar og føroyingum áhaldandi samfelagsmenning og vøkstur, er neyðugt at hava tjóðskapin við í øllum avgerðum og ætlanum. Vit skulu yvirtaka og menna allir tjóðarbyggjandi stovnar, og ríkisrættarliga støða okkara skal endaliga staðfestast uttanfyri ríkiseindina Danmark við einari Føroyskari stjórnarskipan. Eitt frælst fólk hevur sum fyritreyt, at vit innan altjóða lóg og rætt viðurkennast sum eitt sjálvstøðugt fullveldi, við hartilhoyrandi skyldum og rættindum sum partur av altjóða samfelagnum.

Persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi eru grundsúlurnar hjá Framsókn. Tí havi eg valt at stilla upp vegna flokkin. Um tit halda at eg havi evnini og hugsjónirnar til at umboða tykkum politiskt, fari eg at heita á tykkum at stuðla mær til Løgtingsvalið 2019.

Eg fari at útgreina míni politisku hjartamál komandi dagarnir.

Gott val!

GG! Cookies verða nýttar til hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Les meira

Heimasíðan nýtir “Cookies” – ein tekstfílur, sum verður goymdur á tínari teldu, telefon, tablet o.s.fr.. Endamálið við hesum er at telda tín hevur møguleika fyri at minnast ymsar partar av heimasíðuni fyri at gera hana skjótari til næstuferð tú vitjar hana. Eisini verður tað nýtt til at gera hagtøl yvir hvussu nógv, og í hvørjum landi, okkara vitjandi eru. Hesin tekstfílur (Cookies) er ikki virus ella annað skaðaligt fyri teldu tína. Tað er møguligt hjá hvørjum einstaka at sletta hesar “Cookies” við at fylgja hesari vegleiðing. Trýst her: http://minecookies.org/cookiehandtering

Lat aftur