Í dag var fyrsta viðgerð av einum uppskotið til samtyktar, sum Poul Michelsen og undirritaði hava lagt fram vegna Framsókn.
Uppskotið heitir á landsstýrið um at fyrireika og seta í verk átøk, sum hava til endamáls at tryggja og styrkja støðuna hjá føroyskum sum tjóðarmál og leggja fram neyðug lógaruppskot íhesum sambandi. Í viðmerkingunum stendur m.a. soleiðis:
“Føroyskt mál er eitt tungumál, sum hevur vunnið sær sæti á fleiri týdningarmiklum samfelagsøkjum, síðani tilvitið um málið, sum livdi á mannamunni í Atlantshavsoyggjunum, vaks fram. Tó hevur Løgtingið ongantíð samtykt, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum; tað er neyðugt. Kanningar vísa, at nógv av heimsins tungumálum eru í vanda fyri at doyggja. Altjóðagerð og talgilding hevur við sær, at tungumál eru í vanda fyri lutvíst at verða trokað burtur og lutvís útholað av málsligari ávírkan útifrá. Skal føroyska málinum verða lív lagað í framtíðini er neyðugt við átøkum á fleiri økjum. Tað arbeiði, sum fer fram í dag, er spjatt og tengt at tí orku, eldsálir leggja í arbeiðið, hvør á sínum øki. Neyðugt er at raðfesta og samskipaátøkini.”
Nógv eru átøkini, ið mugu fremjast fyri at varðveita og menna tað føroyska málið. Millum annað er neyðugt at:
– Styrkja málfrálæru- Stuðla barna- og ungdómsbókmentir- Leggja ætlan fyri føroyska sjónvarps- og filmsframleiðslu- Menna máltøkni til ein alsamt talgildari heim- Menna orðasøvn og orðabøkur- Føroyskt undirvísingartilfar – til øll útbúgvingarstig í Føroyum
At leggja ein greiðan politikk fyri føroyska málið er lutfallsliga bíligt. Fyri hvørja krónu játtaða til endamálið kemur lutfallsliga nógv burtur úr. Og íløgan má gerast nú, heldur enn seinni, skal føroyska málinum verða lív lagað.
Bjarni Kárason PetersenLøgtingsmaður
Uppskotið kann lesast her: