Fyrispurningur um barsilsskipanina, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen

  1. Er landsstýrismaðurin kunnaður um dømir um tilburðir, har samkynd foreldur hava søkt um barsilsútgjald, og bert eina foreldrið fær rætt til útgjald?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um at javnseta samkynd foreldur í barsilslógini?

Viðmerkingar:
Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í mun til barsilsskipanina. Undir verandi lóg hevur bert eitt av foreldrunum foreldramyndugleika, og hevur rættindi sum einligur undir barsilslógini, men hitt foreldrið hevur eingi rættindi undir barsilsskipanini, hóast tey rinda inn til barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur. Skulu tvey samkynd foreldur hava eitt barn, kann bert annað fara í barsilsfarloyvi. Skulu til dømis tvær kvinnur hava eitt barn, verður barnsburðarfarloyvið bara latið kvinnuni, sum ber barnið.

Á heimasíðuni hjá barsilsskipnani stendur:
“Hjá samkyndum fær annað foreldrið allar vikurnar í sín part, og hitt fær einki. Hetta er tí, at í barsilshøpi verða samkynd mett sum einsamøll við barninum. Hjá tveimum kvinnum er eingin pápi. Hjá tveimum monnum er eingin mamma.“

https://www.barsil.fo/fo/mammur/farloyvistidin/

Í grannalondum okkara hevði mann viðurkent sammóður ella faðir, men í Føroyum hevur viðkomandi eingi rættindi, hvørki til barnið ella sosialar tænastur. Ein viðkomandi trupulleiki hjá samkyndum foreldrum hesum viðvíkjandi er eisini spurningurin um ættleiðing og foreldramyndugleika, har ein av góðkenningartreytunum er, at tey, ið vilja ættleiða saman, skulu hava búð saman í minsta lagi 2 ½ ár. Inntil tá ber ikki til at gerast løgfrøðiligt foreldur at barninum. Hetta málsøkið liggur tó undir Almannamálaráðnum, men inngongur natúrliga í málið, sum spurt verður um, og hevur undirritaði sett avvarðandi landsstýrismanni skrivligan fyrispurning um hetta.


Á Løgtingi, 16. september 2020
Bjarni Kárason Petersen