Í Føroyum hava vit eina Barsilsskipan, ið hevur til endamáls at gera tað fíggjarliga møguligt hjá børnum og foreldrum at vera saman fyrstu tíðina í lívi barnsins. Skipanin veitir endurgjald fyri mista inntøku í sambandi við barnsburð. Í dag er skipanin soleiðis, at nakrar vikur eru oyramerktar til ávikavist mammuna og pápan, umframt at eitt ásett tal av vikum er til at býta. Harafturat er eitt hámark fyri mesta útgjald, ið er 25.000 kr.
Barsilskipanin er sett upp soleiðis í dag, at kvinnur í nógv størri mun taka sær barsilsfarloyvið enn menn. Tað er sjálvandi av nógvum mentanarligum orsøkum. Men tað er eisini tí at mamman hevur fleiri vikur oyramerktar enn pápin, og av tí at hámarkið fyri útgjald úr skipanini er ikki hægri enn 25.000 kr, velja familjurnar ofta at skipa seg soleiðis, at pápin verur verandi á arbeiðsmarknaðinum, ímeðan mamman tekur meginpartin av barsilsfarloyvinum.
Ein trupulleiki við Barsilsskipanini er vantandi smidleiki. Familjur eru sera ymiskar og hava ymisk ynski, ymiskar raðfestingar og ymiskar umstøður og fortreytir fyri at leggja dagin og lívið til rættis.
Og tað er greitt, at familjur vilja gjarna hava størri frælsi til at leggja barsilstíðina til rættis.
Í 2013 og 2014 gjørdi Gallup Føroyar eina kanning fyri Javnstøðunevndina, har spurt varð, hvussu fólk ynsktu, at barsilsskipanin skuldi verið broytt. Tá hildu ávikavist 51% og 61% av teimum spurdu, at mamman og pápin sjálvi frítt skulu kunna avgera, hvussu tey býta farloyvið millum sín. Hetta vísir, at tað er sera ymiskur tørvur millum familjur, í mun til hvussu tey ynskja at skipa seg, tí tey ynskja fyrst og fremst at kunna avgera sjálvi, hvussu tey býta farloyvið millum sín.
Sum útgangsstøði verður barsilsgjaldið roknað eftir miðal mánaðarligu A-inntøkuni seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar. Í dag er mesta útgjald 25.000 kr. um mánaðin. Um mann vanliga forvinnur meira enn tað, er talan í nógvum førum um ein veruligan inntøkumiss fyri farloyvistakaran. Tað av foreldrinum, ið hevur lægri inntøku, er vanliga tann, sum tekur meginpartin av barsilsfarloyvinum fyri at minka um samlaða inntøkumissin í húsarhaldinum. Í nevndarskjalið frá tá ið hámarkið var sett, ið eru eitt telduskriv frá barsilsskipanini dagfest tann 27. Apríl 2004, við tølum yvir, hvussu nógv vóru ávirkaði, um hámarkið var minkað.
Tá var tað soleiðis at 48 kvinnur av 947 (5%) 210 menn av 445 (47%) høvdu eitt útrokningargrundarlag omanfyri 25.000 kr. og høvdu hesi sostatt verið ávrikaði um max-útgjaldið var sett niður á 25.000 kr. Hóast har vóru tvífalt so nógvar kvinnur sum menn í skipanini, vóru tað 5 ferðir so nógvir menn, ið vóru ávirkaðir av hámarkinum. Og so kann mann bara ímynda sær, hvussu tað sær út í dag.
Tí Ítøkiliga merkir tað, at tað ofta er mamman, sum tekur ein størri part av farloyvinum, meðan pápin verður verandi á arbeiðsmarknaðinum, tí nógvar kvinnur í Føroyum forvinna tætt við
hámarkið, meðan nógvir pápar forvinna væl meira enn hámarkið, ið er ásett í Barsilsskipanini. Tá ið markið fyri mesta útgjald varð ásett í 2004, var miðal mánaðarlønin fyri ávikavist kvinnur og menn
á leið 14.000 kr. og 26.500 kr. Í dag er sama miðalinntøka knappar 25.000 kr.og 37.750 kr. Av tí, at tað eru væl fleiri menn enn kvinnur sum forvinna meira enn 25.000 kr. um mánaðin, er sannlíkt, at
familjurnar taka fíggjarlig atlit, og velja at lata pápan taka ein minni part av barsilsfarloyvinum enn tær 4 vikurnar, ið eru merktar til pápan. Tað skal ikki vera vegna fíggjarlig atlit, at pápin velur at
vera á arbeiðsmarknaðinum, heldur enn at vera um barnið ta fyrstu tíðina. Tað skal sum heild vera ein lægri fíggjarligur missur fyri bæði foreldrini. Og mann má ikki gloyma, at tað hevur eisini avleiðingar fyri mammuna, ið er longur av arbeiðsmarknaðinum.
Málið um at hækka barsilsfarloyvistíðina til 52 vikur er rokkið. Inngjaldið til Barsilsgrunnin í dag er 0,86%, og er hækkað fyri at fíggja tær vikurnar, ið eru lagdar afturat seinastu árini. Harafturat er inntøkuvøkstur í grunninum vegna hægri lønarlag og fleiri løntakarar. Men hámarkið fyri útgjaldið í Barsilsskipanini er ikki hækkað seinastu árini. Hevði hámarkið eitt nú verið prístalsviðgjørt síðan hámarkið á 25.000 kr. kom inn í lógina í 2004 (løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2004), høvdu 25.000 kr. við støði í ár 2004 verið 30.000 kr. í 2021.
Tí halda vit í Framsókn, at framtíðar inntøkuvøkstur í Barsilsgrunninum verður brúktur til líðandi at hækka hámarkið fyri útgjald, í fyrstu atløgu inntil hámarkið er á minst 30.000 kr. Tað hevur sjálvandi eisini við sær, at munurin ímillum barsilsgjald og mista inntøku minkar fyri bæði kvinnur og menn.
Fyri at økja um smidleikan í Barsilsskipanini og tryggja, at fíggjarligar avmarkingar ikki eru forðing fyri, at pápar taka størri part av barsilsfarloyvinum, skulu oyramerkingarnar av barsilsdøgunum takast burtur úr skipanini, umframt at ein leistur verður funnin til, at Barsilsgrunnurin kann fíggja, at hámarkið sum frá líður hækkar úr 25.000 kr. upp í minst 30.000 kr.