Sjálvdan, um nakrantíð, hevur tað ført nakað gott við sær, tá ið tað almenna tekur ein váða uppá seg, sum ongin annar í privata geiranum hevði torað at tikið uppá seg sjálvan. Men tá ið váðin verður veðhildin av pengum hjá øðrum, sum til dømis skattagjaldaran, er freistingin altíð til staðar.
Eg eri ikki nakað bankafólk, men eg haldi meg duga meginregluna um lutfallið millum váða og vinning.
Summi lán hava størri váða enn onnur. Og til tey krevst eitt ávíst lánføri. Og í summum førum taka bankarnir eina strategiska avgerð um, at summi lán simpulthen ikki skulu veitast, grundað á vantandi likviditeti, frívirði, ella onnur viðkomandi viðurskifti. Tað kann eitt nú vera talan um ávís húsalán.
Tá ið valevni aftaná valevni so stingur seg upp á sosialu miðlunum við ynskinum um at stovna almennar bankar, samfelagsbankar, bústaðarbankar og arbeiðarabankar, so eigur okkurt at skurra í oyrunum. Ítøkiliga merkir hetta, at summir møguligir framtíðar politikarar ynskja at dríva alment bankavirksemi, sum serfrøðingarnir – bankarnir – hava valt frá, grundað á ov høgt mettum váða.
Tey ið tala fyri almennum bankum velja nevniliga summi viðurskifti frá, sum ein privatur banki altíð má fyrihalda seg til: Váða, vinning og tap.
Almennur ognarskapur av bankum er ikki óvanligur kring heimin. Munurin er, at tú finnur hesar bankarnar í menningarlondum við stórari almennari uppíblanding í búskapinum, lágum lønarlagi, undirmentum fíggjarskipanum, óeffektivum almennum sektorum, og vánaligari verju av privatum ognarrætti.
Avleiðingin við almennum bankavirksemi við politiskum motivum heldur enn profittmotivum er, at tað almenna fer undir váðafúst bankavirksemi, har ávís sosial endamál rættvísgera ein hægri váða, umframt at mann rætt og slætt góðtekur fráveruna av vinningi, og enntá fíggjarlig tap. Mann hugsar ikki so langt sum at spyrja seg sjálvan, hvør endar við rokningini, um ein almennur banki ikki er fíggjarliga burðardyggur.
Tí tað kann í síðsta enda bara vera skattagjaldarin, ið skal veghalda fyri slík óábyrgdarfull lán, og er tað eisini hann, sum í síðsta enda fer at fáa rokningina, tá ið tað einaferð gongur galið.
Hesir bankarnir hava eisini ført við sær seinkandi menning av fíggjarskipanum, seinkandi vøkstur av lønarløgum og lækkandi framleiðsluvøkstur.
Eg haldi, at politikarir skulu heldur halda seg til politikk, og lata bankarnir um at reka bankavirksemi, alt eftir hvat váðafýsni teir meta vera ábyrgarfult fyri bankan og kundan.