Í dag var fyrsta viðgerð av einum lógaruppskotið, sum eg og Poul Michelsen hava lagt fram vegna Framsókn.
Matstovuvinnan hevur í fleiri umførum víst á, at teimum tørvar møguleikan at hava eitt breiðari úrval av dygdarvíni at bjóða gestum.
Fyri at røkka hesum máli, sum eisini er í samsvari við
ferðavinnupolitikkin, verður innflutningur og søla av
rúsdrekka við okkara lógaruppskoti soleiðis broytt, at fyritøkur, ið lúka ávísar treytir, kunnu innflyta borðvín beinleiðis. Hesi loyvi skulu fevna einans um borðvín við í mesta lagi 15 rúmprosentum av alkoholi.
Tað er ómetaliga torført at reka eina matstovu, og drykkjuvørurnar eru stórur partur av inntøkugrundarlagnum. Tí er tað týdningarmikið, at matstovur sjálvar kunnu leggja sítt innkeyp til rættis, soleiðis at vøruúrvalið, góðskan og prísurin er til frama fyri gestin og har við eisini matstovuna.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður
Uppskotið kann lesast her:
https://www.logting.fo/files/casestate/28009/120.19%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20innflutning%20og%20solu%20av%20rusdrekka.pdf