Not available in your region

Not available in your region

Tit kenna uttan iva til trupulleikan:

“Instagram Music not availalble in your region”
“Google Play is not available in your region”
“this app is currently unavailable in your country”

Tit hava uttan iva eisini roynt at keypt frá einum nethandli, fyri síðani at sleppa ætlanina, tí at heimasíðan ikki vil góðkenna føroyska postnummarið, sum tit hava brúkt alt tykkara lív. Um tit so skuldu komið ígjøgnum nálareygað, stendur “This website does not make deliveries to your location”.

Tit hava ivaleyst eisini uppliva tómu kensluna, tá mann fær sær eina nýggja app, og scrollar niður til Falkland Islands og Finland, bert fyri at síggja at Faroe Islands ikki er í yvirlitinum, fyri síðani at leita sær uppeftir og við einum keðiligum smakki í munninum velja “Denmark”.

Eisini munnu tað vera fleiri av tykkum sum minnast tá ið meginparturin av Evropa hevði fingið Disney+, og vit føroyingar máttu bíða í mánaðarvís, áðrenn vit eisini fingu møguleikan at nýta væl umtóktu stroymingtænastuna.

Tað eru nógv dømi um, at fólk í Føroyum ikki hava somu atgongd til talgildar tænastur sum onnur.

Tað er ikki so undarligt. Tí Føroyar er eitt lítið land, og ein lítil marknaður hjá teimum stóru tøknirisunum. Men vit eiga ikki at vera uttanfyri fyri tað.

Eins og Føroyar skal vera eitt sjálvstøðugt land, so eigur Føroyar eisini at vera eitt sjálvstøðugt talgilt land. Vit eiga at tryggja okkum, at vit eru allarfremst, tá ið tað kemur til talgildar tænastur – eisini privatar. Men tíverri vera vit ofta gloymd. Og tað er ikki gott nokk.

Ein partur eigur at loysast heima í Føroyum. Men tað er ein hóskandi uppgáva hjá einum komandi fólkatingslimi at gera vart við, at talgild lóggáva má taka hædd fyri Føroyar. Eisini eigur ein komandi fólkatingslimur at arbeiða fyri, at fyritøkur so sum Apple, Meta, Google, Huawei og Samsung, ikki gloyma Føroyar, tá ið teir menna nýggjar vørur og tænastur.

Hesum ætli eg mær at arbeiða fyri á Fólkatingi, og eg vóni at eg kann fáa tín stuðul til tað.

Bjarni K. Petersen
Fólkatingsvalevni fyri Framsókn