Míni hjartamál til løgtingsvalið 2019

Persónligt frælsi

Ein grundleggjandi fortreyt fyri trivna og menning í einum samfelag, er at tað fólki hevur frælsi og rásarúm til at leggja sína egnu tilverðu til rættis sum teimum lystir. Tað almenna skal í so avmarkaðan mun sum til ber taka avgerðir borgarans vegna. Øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.

Javnstøðuhugtakið í Føroyum tykist at snúgva seg meira um javnstøðu, heldur enn javnrætt. Vit skulu øll vera líka yvirfyri lógini, og tí skal ongin samfelagsbólkur hava serrættindi í samfelagnum. Javnstøðulógin skal tí enduskoðast soleiðis at hon endurspeglar hetta.

Barsilskipanin er sett upp soleiðis í dag, at kvinnan í nógv størri mun hevur ábyrgd av at taka sær farloyvið, í og við at hon hevur fleiri vikur oyramerktar enn maðurin. Hetta setur hana í eina óhepna støðu á arbeiðsmarknaðinum, tá ið arbeiðsgevarin tekur atlit sum hesi, tá ið hann skal seta fólk í starv. Vit mugu taka burtur allar oyramerkingar, soleiðis at foreldur kunnu býta vikutalið sína millum. Landið skal ikki áseta politiskt, hvussu nógv hvørt av foreldrunum skal ansa eftir barninum. Hetta skulu vaksin fólk nokk finna út av sjálvi.

Samfelagið má vera sett saman soleiðis, at allir borgarir eru javnsettir yvirfyri lógini. Munur skal ikki gerast á borgarum okkara, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika. Tí skal ongin samfelagsbólkur diskriminerast. Ei heldur skal nakar samfelagsbólkur hava serrættindi.

Talufrælsi er eitt tað týdningarmesta frælsi vit eiga. Eitt upplýst samfelag stendur og fellur við rættinum at samskifta um hugsjónir og sjónarmið. §266b er ein forðing fyri hesum. Tí skal hon avtakast.

Vit skulu tryggja at arbeiðsmarknaðurin er eitt frítt samspæl millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Tað almenna hevur sum leiklut at skipa arbeiðsmarknaðin soleiðis, at hann er fríður, og er í tráð við aðalregluna um savningarfrælsi.

Vinnuligt frælsi

Vinnulívið er bulurin hjá einum burðardyggum vælferðarsamfelag. Drívmegin, framfýsni og virkishugurin hjá okkara vinnulívsfólki er tað sum skapar vøkstur, arbeiðspláss og rindar ein stóran part av okkara vælferð. Vinnulívið skal tískil hava best hugsandi treytir av virka, mennast og blóma í Føroyum. Vit eiga at stremba eftir at føroysku fyritøkurnar skulu vera best í kappingini ímóti umheiminum. Vit eiga at fjøltátta føroyska búskapin, soleiðis at hann er burðardyggur. Vit eiga at eggja til íverksetan, sum skapar nýggir møguleikar og arbeiðspláss. Fleiri almennar fyritøkur skulu einskiljast, og búskapurin skal sum útgangsstøði altíð virka eftir marknaðartreytum.

Vit skulu halda fast í góðu gongdini sum vit síggja í ferðavinnuni. Mangt avleitt virksemi stendst av vinnuni, millum annað matstovur, gistingarhús, leigubilar og alskins mentanartilboð. Men vit mugu samstundis taka hond um avbjóðingarnar ið standast av øktu ferðavinnuni. Vit mugu tryggja at pengar vera settir av til at viðlíkahalda náttúruøkir við hartilhoyrandi infrakervi. Eisini mugu vit tryggja, at ferðafólkini ið størri mun rinda fyri tænastur her í landinum, sum vanliga hevur verið fíggjað av skattagjaldarunum.

Landið eigur sum útgangsstøði ikki at reka vinnuligt virksemi, sum hoyrir náttúrliga til privatar fyritøkur at reka útfrá einum vinnuligum grundarlagi. Borgarin eigur at hava frælsi til at njóta rúsdrekka uttan alment formyndarí. Tískil skal rúsdrekka kunna seljast í vanligum handlum og kioskum.

Arktis er ein alsamt meira áhugaverdur partur av heiminum. Skipaferðslan í føroyskum sjógvi er økt 600% síðani 2006. Føroyar skulu virka sum ein maritimur depil fyri farmaflutning, skipasmíð, viðlíkahald og reparatión, offshore-tænastur, proviantering og aðrar viðkomandi tænastur í ídnaðinum. Føroyar skulu gera sær dælt av sínari serstøðu í norðuratlantshavi, og tí skal hetta arbeiði halda fram og mennast.

Føroyar er eitt land við fáum rávørum. Tó hava vit ein gyltan møguleika at troyta eitt annað virðismikið tilfeingið: íbúgvar okkara.

KT-vinnan hevur ein altjóða marknað, krevur lítið av kapitali og tilfeingi, og virðisøkingin liggur ikki í fabrikkum, men í KT-verkfrøðingunum sjálvum. Hesar fyrimunir skulu vit troyta, og mugu tískil í gongd við at uppraðfesta útbúgvingar so sum KT-verkfrøði, og skipa eitt samstarv við føroyskar KT-fyritøkur fyri at føroyingar kunnu førleikamennast innan hesa vinnugrein.

Eins og kapping hevur tryggjað betri tænastu og prísir í m.a. flogferðsluni og telemarknaðinum, so skal kapping vera ein partur av elmarknaðinum. Hetta er í høvuðsheitum fyri at tryggja at tað koma fleiri privatir aktørar, soleiðis at grøna umleggingin verður framskundað, umframt at marknaðarprinsippir koma at vera ein berandi drívmegi í elmarknaðinum.

Dømi hava verið um at nýggir aktørar hava roynt á komið inn á verandi marknaðir fyri at royna seg – millum annað Tosa á telemarknaðinum og FaroeJet á flogferðslumarknaðinum – har teir hava verið trýstir út av almennum feløgum. Tað almenna má ikki avlaga vanliga kapping á marknaðum, har forbrúkarin kann fáa gagn av kapping. Samstundis mugu vit áhaldandi tryggja, at tað er lætt og ómaksleyst at stovna fyritøku og reka nýtt virksemi. Tað almenna skal ikki vera tyngsta byrðan hjá einum íverksetara, men heldur tann lættasta.

Bústaðarmarknaðurin hevur stórar avbjóðingar í løtuni. Eftirspurningurin er høgur, ímeðan útboðið hevur ringt við at fylgja við. Fyri at tryggja at íleggjarir hava størri hug at byggja bústaðir, krevur tað at vit javnseta aktørarnar á marknaðinum. Felagið Bústaðir skal halda seg til at byggja bústaðir ið marknaðurin hevur ringt við at veita, eitt nú eldraíbúðir, lestraríbúðir og vardar íbúðir. Yvirskipaði bústaðarmarknaðurin skal annars rekast av fríari kapping. Tí mugu vit fyrst og fremst javnseta Bústaðir og privatu aktørarnar. Prísstøðið er eisini óvanliga høgt, eftirsum nógvar stórar vinnuligar og almennar íløgur taka alla arbeiðsmegina. Tískil mugu vit reka ein fíggjarpolitikk, har vit halda aftur í rakstri og útseta almennar íløgur, ið krevja arbeiðsmegi, ið annars hevði virkað innan sethúsa- og bústaðarbygging.

Tjóðskaparligt frælsi

Fyri at tryggja Føroyar og føroyingum áhaldandi samfelagsmenning og vøkstur, er neyðugt at hava tjóðskapin við í øllum avgerðum og ætlanum. Vit skulu yvirtaka og menna allir tjóðarbyggjandi stovnar, og ríkisrættarliga støða okkara skal endaliga staðfestast uttanfyri ríkiseindina Danmark við einari Føroyskari stjórnarskipan. Eitt frælst fólk hevur sum fyritreyt, at vit innan altjóða lóg og rætt viðurkennast sum eitt sjálvstøðugt fullveldi, við hartilhoyrandi skyldum og rættindum innan altjóða lóg og rætt.

Ein liður í fullveldisleiðini er at vit í Føroyum taka okkum ábyrgd av berandi samfelagsstovnum. Tveir stórir postar á hesum økinum eru løgreglan og dómstólarnir. Vit skulu yvirtaka hesi málsøkini innan eitt ávíst áramál.

Eitt lítið og fjarskotið land sum Føroyar stendur og fellur við altjóða samstarvi og handli. Tað hevur tí ómetaliga stóran týdning at vit føra ein virknan uttanríkispolitikk. Vit skulu stremba eftir at gerast limir í týðandi altjóða felagsskapum, eitt nú Sameindu Tjóðir (ST), Olympisku Nevndina (IOC), Altjóða Heilsustovninum (WHO), Altjóða Handilsstovninum (WTO), Norðurlandaráðið og Arktiska Ráðið.

Føroyar hevur sum útflutningsland ómetaliga stórt gagn av altjóða handli, og tískil skulu vit áhaldandi arbeiða fyri at fáa handilssáttmálar í lag, ið tryggja okkara útflutning og arbeiðsmegi kappingarføri á altjóða marknaðinum. Vit arbeiða ímóti at fáa handilssáttmála við eitt nú Kina, Japan, USA og Evroasiatiska Búskaparsamveldið.

Uttanríkistænastan í Føroyum skal styrkjast, og vit skulu seta upp sendistovur í londum, har Føroyar hevur serstøk og viðkomandi áhugamál innan vinnu, mentan, trygd, samstarv og samfelagsmenning.

Tíðin er komin til at vit niðurlaga blokkin munandi. Best hevði verið, um mann fekk eina breiða semju í tinginum um at gerast fíggjarliga sjálvbjargin, við at gera ein býtislykil, har ríkisveitingin verður lækkað lutfalsliga í mun til vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni og fíggjarlógini. Málið er at ríkisveitingin er burtur um 10 ár.

Tíðirnar í Føroyum hava ongantíð verið so góðar sum tær eru í dag. Nú snýr tað seg um ikki at leypa framav. Vit vita tíðirnar fara at gerast verri, og tískil mugu vit nú undir at reka ein varnan og konjunkturútjavnandi fíggjarpolitikk. Vit mugu halda aftur við íløgum, ið kunnu bíða, og rakstrarvøksurin má fylgja búskaparvøksturin, soleiðis at hann endurspeglar tørvin av vælferðartænastum í samfelagnum. Rakstrarpolitikkur skal gerast hjá almennum stovnum. Heldur enn at lova tunlar í eyst og vest, mugu vit syrgja fyri at verandi infrakervi verður raðfest og fær játtan til neyðugt viðlíkahald. Almennar íløgur skulu hava rakstrarbundna játtan, soleiðis at almennir bygningar ikki standa í forfall, og missa sítt virði og brúkbæri.

Setrið hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum føroyingar. Fróðskaparsetrið skal uppraðfestast, víðkast, mennast og heildarætlan skal gerast um hvørjar útbúgvingar vera bjóðaðar út. Harumframt skulu vit gera campusøkið til føroysk lesandi. Vit skulu seta meira pening av til gransking á Setrinum, og Setrið skal arbeiða meira saman við privatum fyritøkum um gransking og førleikamenning. Arbeiði við at innføra Bolognasáttmálan má takast upp aftur og uppraðfestast.

Føroyingar hava staðið seg ómetaliga væl ítróttarliga, tá ið vit hava luttikið á altjóða kappingum. Hetta hevur víst seg at verið serliga galdandi fyri einstaklinga- og úrvalsítróttir so sum talv, frælsan ítrótt, skjóting, svimjing, fimleik, bogaskjóting o.s.fr. Tíðin er komin til at úrvalsítróttirnir vera uppraðfestir, og at teir fáa neyðugu karmarnir til at venja og mennast. 

Valskráin hjá Framsókn til løgtingsvalið 2019 kann lesast á heimasíðuni hjá Framsókn