Um Bjarna K. Petersen

Hvør eri eg?

Eg eri 25 ára gamal, búgvi í havn og havi lokið students- og handilsskúlaprógv.

Eg eri frælsislyntur, og raðfesti frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir mínari politisku áskoðan, og frælsi er grundarlagið undir mínari persónligu heimsmynd. Tað er mín sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja frælsi, vælferð og vøkstur í Føroyum.

Eg havi altíð verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum, men hevði í langa tíð ongan flokk, ið eg kundi fyrihalda meg til politisk. Hetta broyttist tó skjótt, tá ið Framsókn fyri fyrstu ferð stillaði upp í 2011. Tey trý frælsini hjá Framsókn – persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi – raðfesta Føroyar og einstaku borgarar tess hægst, og tað var kanska serliga tað, ið vakti mín áhuga fyri flokkinum. Flokkurin hyggur frameftir, og hevur eftir mínum tykki tey bestu virðini at skipa samfelagið eftir. Eg meldaði meg inn í ungmannafelagið, Framsøkin Ung í 2012, og var formaður í felagnum frá 2014 til 2016. Eg helt at Føroyar nú skuldi koma aftur á beint, og at vit fingu eina politiska kós, har frælsi, tjóðskapur og vøkstur eru kjarnuorð.

Tí valdi eg eisini í 2015 at stilla upp á vallistanum hjá Framsókn til løgtingið, og gjørdist nummar fýra á listanum aftaná valið. Eg havi sostatt verið varamaður hjá Framsókn seinastu fýra árini, har eg havi sitið í løgtinginum í jøvnum millumbilum.

Í februar í ár fekk Framsókn eitt landsstýrisfólk afturat, og havi eg tískil eisini siti sum fastur løgtingslimur seinastu 7 mánaðirnar.

portrait

Politiskar royndir

Eg havi verið politiskt virkin síðani tíðliga í 2012, tá ið eg meldaði meg inn í ungmannafelagið hjá Framsókn. Eg havi sitið í nevndini í fleiri ár, og havi rikið sessin sum kassameistari, skrivari, næstformaður og at enda formaður. Eisini havi eg veri í nevndini hjá PolUng, ið er felagsskapurin fyri politisku ungmannafeløgini í Føroyum.
Harafturat havi eg eisini verið nevndarlimur í NLU – Nordens Liberale Ungdom – har eg havi arbeitt í norðurlendskum høpi. Eisini havi eg verið varaforseti í UNR – Ungdommens Nordiske Råd – ið er ungdómsdeildin hjá Norðurlandaráðnum.
Síðani 2015 havi eg verið varafólk fyri Framsókn. Í februar 2019 tók eg sætið sum løgtingsfólk fyri Framsókn, og eri eg tingmaður enn í dag. Í tinginum havi eg sitið í mentanarnevndini og lokalnevndini. Harafturat havi eg verið varamaður og rættar- og uttanlandsnevndini.

Arbeiðsroyndir

Eg havi arbeitt sum krambafólk í fleiri ár. Eisini havi eg arbeitt sum bilførari og tollavgreiðslufólk. Eg havi eisini arbeitt nógv í náttarlívinum, bæði sum barrvørður og leiðari, millum annað í Bowlinghøllina á Hálsi, Essabarr og Havnar Klubba. Eg haldi meg tískil kenna tørvin hjá teimum, ið virka og starvast í tí vinnuni.

Útbúgving

Eg havi lokið studentaskúlaprógv í Studentaskúlanum í Hoydølum (2014). Eisini havi eg HH1 handilsskúlaprógv frá Handilsskúlanum í marknaðargili (2016). Í næstum er ætlanin at fara undir hægri lesna á Fróðskaparsetur Føroya.

F.A.Q.

Eftirhondini eru tað næstan fleiri sum kalla meg Kári, heldur enn Bjarni. Og eg skilji ikki hví, eftirsum tað eisini eru fólk sum ikki kenna pápa mín sum gera tað. Men eg eiti altso Bjarni Kárason Petersen.

Nei, tann maðurin úr Bretlandi, og eitur Simon Pegg. Fólk hava tó altíð sagt at eg líkist honum.

Í Trøllapætur og Leikamafian var eg tann lítli drongurin sum keypti eitt Hercules playstationspæl inni í FaroeDane, tá ið leikamafian fór inn í skeivan handil at rána (teir skuldu inn í BR Leikur).

Eg havi ofta verið úti og sagt – bæði í løgtinginum og á pallborðsfundum – at eg haldi at mann átti at legalisera kannabis til rekreationelt brúk. Men eg nerti ikki við tað sjálvur, løgið nokk. Men eg haldi at onnur skulu sleppa fyri tað.

Eg havi búð í havn síðani eg var 2 ára gamal, men eftirsum pápi mín er úr Gøtu, og mamma mín av Skála, so hevur eysturoyardialektin hingið við. So eg sigi “noy”, “eg voyt ikki” og aðrir klassikarir sum “kHAku”, “spHAka” og “Ehpli”. Annars síggi eg meg sjálvan sum ein fullblóðs, Cafe lattè drekkandi havnamann við stóra H.

Nei, eg dugi tíverri ikki at spæla nakað ljóðføri, hóast eg havi ætlanir um at læra at spæla harmoniku og gittara. Har er tó ein drongur í havn sum eg líkist nógv, sum spælir trummur. Tí halda nógv at eg dugi at spæla trummur.

Tað má vera ein góð Slupp ella ein køld 1888.

Eg eri kempi fan av einum vælgjørdum Gin & Tonic, men mítt guilty pleasure er altso ein Amaretto Sour, sum er gjørdur av einum italenskum mandlulikøri, Bourbon, sitrónsaft, sukurvatn og eggjahvíta. Smakkar ótrúliga væl!

Ein góður Fernet Branca, ella ein kaldur akvavitt er tað sum fær meg upp úr stólinum!