Eins treytir fyri allar tunlar

Nógv hevur verið skrivað um okkara samferðslukervi seinastu dagarnar. Nú standa allir politikarar í kø fyri at kunngera at gjaldi fyri Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin og suðurouyarfarðleiðina skal antin lækka ella takast heilt burtur.

Um mann hyggur burtur frá at ávísir politikarar royna at skapa sær ein løtuvinning við at kapitalisera uppá frustratiónirnar hjá fólki og fáa nakrar yvirskriftir afturfyri, so er tað eyðsýnt at vit hava tørv á eitt yvirskipað og prinsipielt orðaskifti um – ikki bara brúkaragjøldini fyri okkara tunlar og ferjur – men eisini allan fíggjarleistin fyri alt okkara infrakervi.

Tað er sjálvandi ein ávísur munur á fortreytunum fyri tey ymisku økini, tá ið tað kemur til útreiðslur í samband við íløgugerð, rakstur og viðlíkahald. Og prísurin má á onkran hátt vera hareftir.

Tað er ikki at siga til, at fólk halda at tað er ein mismunur millum økini, men tað veldst um grundgevingarnar, tí tær byggja uppá ymiskar fortreytir. Og fortreytirnar eru grundleggjandi fyri, hvat er rættvíst og ikki. Tað at vit hava ymiskir kostnaðir runt um landið, er tí at grundarlagið er øðrvísi fyri hvørt einstakt øki.

Vit eiga hava eitt prinsipp, ið er galdandi allastaðni. Gjaldið skal ikki verða tengt at, hvør í júst í hesu løtu situr í Løgtinginum ella í Landsstýrinum.

Vit mangla at spyrja nakrir viðkomandi spurningar, ið skulu vera galdandi fyri alt infrakervi: Tá ið vit rinda, hvat rinda vit tá fyri? Hví rinda vit? Rinda vit fyri at niðurrinda eina stóra íløgu? Rinda vit fyri at regulera trafikkin? Rinda vit fyri viðlíkahald og rakstur? Rinda vit fyri framtíðar íløgur? Skal gjaldið bara vera súmbolskt? Ella gera vit eitt sindur av hvørjum?

Málið er ikki at øll skulu vera javnsett, skilt soleiðis, at øll skulu rinda ta somu upphæddina. Tað er ikki eitt mál í sjálvum sær. Málið er, at øll skulu rinda eftir somu fortreytum. Vit skulu rinda av somu orsøk, og so kann tað merkja, at summi koma at rinda eitt sindur meira enn onnur, og øvugt. Um munurin ikki er ov ógvusligur, so er tað í lagið.

At niðurrinda Eysturoyartunnilin snýr seg um stórar upphæddir. Men tað er nokk tann samferðsluíløgan, sum er lættast at afturrinda, og sum hevur størst samlaðu samfelagsnyttu. Men Eysturoyartunnilin er ikki ein einsamøll verkætlan, tí Sandoyartunnilin er bundin upp í verkætlanina. Í sínari tíð metti mann at tað var einasti mátin at tryggja at Sandoyartunnilin kundi gerast. Aðrar íløgur eru væl tyngri at niðurrinda, og má tað rindast við einum samhaldsføstum leisti. Sandoyartunnilin er dømi um tað.

Mann sleppur heldur ikki undan, at um vit politiskt fara inn at áseta ein nýggjan prís, so kann tað kennast gott í byrjanina, men vit fara at merkja avleiðingarnar leypandi. Millum annað kann tað hugsast at tað fer at taka longri tíð at niðurrinda verkætlanina. Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verður fíggjaður við partapeningi, sum landið hevur goldið, og tunnilsfelagið hevur annars sjálvt skaffa fígging til restina. Rakstur og lánsfíggingin verður goldin við tunnilsgjaldi, og fer tað at lækka, kann tað fáa avleiðingar. Best er nokk at sláa kalt vatn í blóðið, og so síggja hvussu leikur fer næstu tíðina. Sær mann tørv á grundleggjandi tillagingar, ella eru umstøðurnar grundleggjandi øðrvísi enn mett var, havi eg fult álit á, at felagið er sinnað at at broyta gjaldið hareftir.

Summar íløgur eru útgoldnar, og summar eru ikki. Men skulu vit rinda víðari, fyri at fíggja framtíðar íløgur? Um svarið er nei, so mugu vit skaffa pengar onkra aðrastaðni. Eitt nú fíggjarlógina. Hava vit ráð til tað? Og um svarið er ja, so merkir tað vælsaktans at bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu fíggja víðari, og at eysturoyartunnilin og sandoyartunnilin koma at fíggja víðari, aftaná teir eru útgoldnir.

Tá ið Norðoyatunnilin og Vágatunnilin vóru lidnir, var eg ávikavist 8 og 12 ára gamal. Flokkurin hjá mær var ikki til tá. Eg kenni meg sostatt ikki bundnan at nakrari politiskari avtalu um at bummgjøldini skuldu detta burtur. Ei heldur havi eg sæð nakað ítøkiligt prógv um hesa avtaluna. Eg haldi ikki at tað er rætt, at tunnilsgjøldini fyri hesar tunlarnar skulu detta burtur, bert tí at tað er ein ávísur politiskur vilji fyri at gera tað. Tí ítøkiliga merkir tað bara at tað verður onkur annar, ið kemur at bera kostnaðin.

So er tað tað við at rinda fyri at tryggja raksturin og viðlíkahaldið. Eg havi heilt einfalt ikki álit á, at vit leggja størri part av viðlíkahaldinum inn í fíggjarlógina, tí tað verður og er eisini tað fyrsta staðið, har politikarar fara fyri at skaffa fígging til ymiskt annað, tí ongin leggur merki til tað, fyrr enn eftirsleipið er so stórt, at tað er reint praktiskt er nær um ógjørligt at innheinta aftur. Tað hava vit sæð á tí “vanliga” vegakervinum, har vit hava eitt ovurstórt eftirsleip, sum Framsókn hevur roynt at víst á í langa tíð. Fyri ikki at snakka um at tað kann hava avleiðingar fyri trygdina á brúm ferjum og tunlum, um peningur ikki er tøkur til endamálið til eina og hvørja tíð. Vit hava sæð dømi um tunlar, har tað hevur verið galdandi, eitt nú tunlarnir norður um fjall.

Nakað annað er, at kostnaðurin fyri at brúka eina tænastu eisini hevur eitt annað endamál, sum er at regulera forbrúki – í yvirsettum týdningi – trafikkin. Um eysturoyartunnilin lækkar sítt gjald niður munandi, so verður nyttan av tunlinum kanska væl minni, tí at har fara at koyra fleiri bilar ígjøgnum tunnilin, enn hvat tað er kapasitetur fyri. Kemur proppur í, so fer hann ikki at tæna sítt uppruna endamál, ið var at stytta tíðina úr miðstaðarøkið út á Skálafjørð og longur norðureftir, og hinvegin. Eg veit ikki í hvønn mun hetta ger seg galdandi, men eg velji at ganga útfrá, at tað eru slík atlit sum tunnilsfelagið hevur tikið, tá ið mann hevur sett prísin til verandi støði.

Kjakið í seinastuni hevur verið myndað av, at mann hevur eina trongd til at seta økini upp ímóti hvørjum ørðum. Tað er ein sjálvfylgja, um fortreytirnar fyri gjaldið ikki verður tað sama fyri alt landi. Fíggingarleisturin, og fortreytirnar fyri prísásetingini skulu vera tær somu, og tað má vera lutfalsligt.

Um tað skal vera ókeypis at rinda fyri undirsjóvartunlarnar undir leirvíksfjørð og vestmannasund, tí at teir eru útgoldnir, júmen so skal tað framhaldandi eisini vera somu treytir galdandi fyri aðrar framtíðar tunlar við bummgjaldi.

Eg haldi at gjaldi má vera lutfalsligt í mun til hvussu nógvir mettir forbúkarar talan er um yvir eitt tíðarskeið, og kostnaðurin fyri rakstur og viðlíkahald. Men eg haldi eisini at vit skulu hava eina samhaldsfasta skipan fyri at fíggja nýíløgur og at niðurrinda tær.

Tá ið tað er sagt, so er tað sum sagt ikki eins gott grundarlag fyri at niðurrinda og annars fíggja tær ymisku íløgurnar tvørtur um landið. Tí hava vit tørv á eina blanding á brúkaragjaldi, ið er oyramerkt til tað einstøku íløguna, ímeðan mann legði ein samhaldsfastan kostnað oman á, fyri at fíggja framtíðar íløgur, ella til at leggja til har grundarlagið ikki er eins sterkt.

Mann má eisini minnast til, at tað at rinda tunnilsgjald ikki kann metast at vera órímiligt, heldur ikki tá ið tunnilin er niðurgoldin. Mann rindar gleðiliga fyri eina tænastu, tí alternativið var at har ikki var nøkur slík tænasta. Norðoyingar rinda gleðiliga bummgjald, um alternativið var at sigla farm og fólk við ferju. Íløgurnar hava í sjálvum sær eitt nyttuvirði, og alt samfelagið er við til at rinda verkætlanina frá byrjan.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður fyri Framsókn